top of page


TÍÐINDI


Fjepparaætlan sunnudagin
Her er fjepparaætlan sunnudagin móti Montenegro, so vit øll í felag kunnu skapa ein fantastiskan stemning. Tá spælararnir verða róptir inn, og ljósið sløknar, tendra vit øll ljósið á telefonini. Tá ið klokkan vísir 10:00 min inni í dystinum, syngja vit øll “Hvít sum kavi, blá sum havið” hjá Terja Rasmussen Tá ið klokkan vísir 20:00 min inni í dystinum, syngja vit øll “Lívsmynd” Tá ein leikari skorar, rópa vit eftirnavnið


Upphiting sunnudagin
Sunnudagin verður upphiting í Gateway, sum liggur 5 min. til gongu frá stadion. Upphitingin letur upp kl. 14.30, og øll eru vælkomin. Børn sleppa inn við foreldrum. Har vera fleiri starvsfólk til arbeiðis enn tað var til afterparty. Vit síggjast!


Familjuøkið til upphiting
Familjuøkið til upphitingina til familjur við børnum undir 18 ár í CARLS er tíverri avmarkað orsakað av strongu norsku skilhaldsreglunum. Tað merkir tíverri, at børn og ung undir 18 skulu halda seg á avmarkaðum øki, har tað ikki er atgongd til restina av hølunum.


Blusur og annað til sølu til upphiting
Sport24 selur landsliðsblusur og ymiskt annað til upphitingina.


Vegleiðing frá Lysaker til Unity Arena
Tá tit skulu til dystirnar, hevur EHF hongt skeltir upp í Lysaker støðini, sum vísa vegin til Unity Arena. Skeltir hanga á veggjum, stólpum og ljósastólpum. Tey eiga at vera lætt at síggja. Frágreiðing: Tá tú kemur á tokstøðina, far upp trappurnar í gula glasbygninginum, sum liggur beint yvirum fyrsta vegin, tú sært. Pílurin vísir “Lysaker Torg”, og okkara skelti vísir “Unity Arena”. Haðani skalt tú fylgja øllum pílunum, sum vísa móti UNITY ARENA og/ella Fornebu.


Róp undir dystunum
Rópini til dystirnar eru m.a. hesi: FØROYAR RÓP Tú skal klappa tá tú ert í góðum lag Øll sum elska Føroyar Hoppa nú Koyr á føroyar, koyr á!! FØØØØØØROYAR!. FØØØØROYAR! FØØØØØROYAR! ( FLAGG UPP) Alé! Vit eru føroyingar, vit eeru føroyingar, vit eru Føroyar - Føroyar, Føroyar, Føroyar Kom so Føroyar hvítir bláir! Kom so Føroyar hvítir bláir! LEIKARAR: Elias/Rói Du du du du du du du du du du du du du du du du du du Skipagøta (lag: luiz suarez) Tróndur: Tróndur Mikkelsen, Mikke


Samlað yvirlit - upphiting og afterparty
Stuðlarnir Atlantic Airways, Wenzel, Føroya Banki og Effo skipa fyri upphiting og afterparty. Omanfyri síggja tit eitt samlað yvirlit yvir tíð og stað v.m. Les meira um upphitingina her og um afterparty her . Vit gleða okkum til at síggja tykkum á CARL’S og Gateway.


Kunning í samband við Oslo fráferðir 14. - 16. januar
Í døgunum 14., 15. og 16. januar 2026 verða íalt 17 fráferðir úr Vágum til Oslo, umframt regluligu flogferðsluna. Sostatt koma óvanliga nógv fólk at ferðast um flogvøllin hesar dagarnar. Hjá Vága Floghavn, Atlantic Airways og DutyFree eru vit til reiðar at avgreiða tey fleiri enn 3.000 ferðandi til Oslo. Fyri at fáa alt at ganga so smidligt sum gjørligt, heita vit á fólk um at taka fylgjandi atlit: Møtið í góðari tíð Tá stutt er ímillum fráferðirnar, kann roknast við bíðirøðu


Undanbílegg landsliðsblusurnar
Tað er møguligt at undanbíleggja EM-blusurnar, so tær eru klárar til avheintan á upphitingartiltakinum í Carls í Oslo . 📍 CARLS Trondheimsveien 113, 0571 Oslo Blusurnar kunnu heintast á CARLS frá kl 14.30. Bílegg á skálkur.fo Sport 24 fer at selja landsliðsblusur til øll upphitingstiltøkini, sum síggjast á Oslo.fo . Yvirlit yvir tiltøkini sæst á: https://www.oslo.fo/upphiting Vit síggjast í Oslo til eitt fantastiskt hondbóltsævintýr!


Taxa í Oslo - góð ráð
Tá tú fert við taxa í Oslo, er skilagott at tryggja tær, at tú rindar rætta prísin. Vit mæla til at taka niður appina Taxifix , sum er tøkt á App Store og Google Play. Í appini fært tú ein hámarksprís fyri ferðina, áðrenn túrurin byrjar, og tú skalt ongantíð rinda meira enn henda prís. Tekur tú taxa á gøtuni ella frá einum steðgistaði, er umráðandi at avtala prísin, áðrenn túrurin byrjar. Brúka ongantíð ómerktar bilar.


Nú nærkast, til vit fara til Oslo
Nú nærkast av álvara, til leiðin gongur til Oslo, og vit fara at rópa á føroyska landsliðið. Stuðlarnir Effo, Atlantic Airways, Wenzel og Føroya Banki skipa fyri ókeypis upphiting og afterparty fyri føroysku fjepparunum, har góður stemningur og felagsskapur eru í hásæti. Á hesari heimasíðuni www.oslo.fo ber til at fáa ymiska kunning um tiltøkini. Vinaliga legg til merkis, at tað er pláss fyri í mesta lagi 1.500 fólkum til upphitingarnar og afterparty. Tað vera nógvir f


Spæla í hvítu blusuni móti Serbia
Í dag, tá vit spæla móti Serbia í Dortmund, spæla vit í hvítu landsliðsblusuni. Koyr á Føroyar!


Upphiting í Dortmund
Fan Village-økið í Westfalenhalle, gevur øllum, sum hava atgongumerki, eina heilt serliga uppliving. Í Fan Village fáa føroyingar eitt serstakt øki á staðnum, har vit saman fara at hita upp til brakið! Upphitingin byrjar kl. 18. Andlitsmáling, tónleikur, matur og okkurt drekkandi verður. Fyriskiparar viðmæla øllum at møta í góðari tíð. Fótbóltsliðið Dortmund spæla fyri útseldum stadium kl. 21. Hetta er nærhendis Wstfallenhallen, har ið okkara spæla. Føroyar spæla í bláum í d


Upphiting og afterparty í høllini
Tá vit spæla móti Paraguai sunnudagin, so verður bæði upphiting og afterparty í SWT Arena. Upphitingin byrjar kl 13. Koyr á Føroyar!


Spæla í bláu blusuni móti Paraguai
Sunnudagin, tá vit spæla móti Paraguay, verður spælt í bláu blusuni. Vit síggjast til upphitingina í SWT Arena!


Spæla í hvítu blusuni móti Spania
Tá vit spæla móti Spania fríggjadagin 28. nov. í SWT Arena, spælir føroyska landsliðið í hvítu blusuni. Vit síggjast til upphiting í høllini fríggjakvøldið kl. 18! Koyr á Føroyar!


Upphiting í Trier
Stuðlarnir Effo, Føroya Banki, Wenzel og Atlantic Airways skipa fyri upphiting í høllini áðrenn dystirnar. Mikudagin byrjar upphitingin kl. 18 og dysturin byrjar kl. 20.30. Har verður sjálvandi føroyskur tónleikur frá DJ Wenzel og andlitsmáling. Tað verður møguligt at keypa mat í høllini, og ávtalað er, at føroyskir áskoðarar kunnu keypa drekka fyri serprís, 4 euro pr. stk. Tað tekur umleið hálvan tíma at ganga til høllina frá Ibis hotellinum. Aftaná dystin møtast vit øll í C


Afterparty í Trier
Skipað verður fyri afterparty aftaná dystirnar í Trier. Afterparty verður í Coyote Café, sum liggur 3 min. frá Ibis hotellinum. Til ber at okkurt at eta og drekka. Tað verður happy hour tá vit koma til afterparty mikukvøldið. Adressan er: Coyote Cafe Nikolaus-Koch-Platz 5 54290 Trier Vit síggjast til afterparty mikudagin, fríggjadagin og sunnudagin!


Ókeypis t-shirt við Tjarnir
Í sambandi við at kvinnurnar skulu til HM í Trier í komandi viku, hava stuðlarnir Effo, Føroya Banki, Atlantic Airways og Wenzel gjørt eina t-shirt til høvið. Hon verður latin ókeypis til dystin móti Íslandi við Tjarnir í kvøld.


T-shirt verður latin
Stuðlarnir Atlantic Airways, Effo, Wenzel og Føroya Banki hava gjørt eina heilt serliga t-shirt. T-shirtin er gjørd sum eitt minni um HM 25. T-shirtin er ókeypis og verður latin fjepparunum áðrenn fráferðina úr Vágunum mánadagin 24.no v.


Upphiting verður í Trier
Áðrenn dystirnar skipa Effo, Atlantic, Føroya Banki og Wentzel fyri ókeypis upphiting í Trier. Upphitingin verður á SWT Arena. Til upphitingina bjóða vit andlitsmáling og klapparar. Nær verður upphiting: Mikudagin 26. nov. lata dyrnar til upphitingina upp kl. 18.00. Dysturin móti Montenegro byrjar kl. 20.30. Fríggjadagin 28. nov. byrjar upphitingin kl. 18.00. Dysturin móti Spania byrjar kl. 20.30. Sunnudagin 30. nov. byrjar upphitingin kl. 13.30. Dysturin móti Paraguay er kl.


HM-endaspælið í Trier nærkast
Nú styttist til kvinnulandsliðið skal spæla HM-endaspæl í Trier í Týsklandi. Føroya Banki, Wenzel, Atlantic og Effo vera við í Trier og skipa fyri upphiting áðrenn allar dystirnar. Hendan heimasíðan, trier.fo , verður brúkt til kunning í sambandi við HM-endaspælið í Trier - eitt nú upphiting, dystir, fjepparaætlanir o.a. Upphiting verður áðrenn allar dystirnar, har vit bjóða andlitsmáling, klapparar og góðan hýr, so vit eru til reiðar at koyra á Føroyar saman. Upphitingin v


Skráin komandi dagarnar
Í kvøld frá kl. 23.00 verður livandi tónleikur á Park inn hotel í Amsterdam, har Hans Ravnsfjall spælir. Umframt at spæla sum...


Morgunmatur á Park Inn Hotel
Góðu tit, Morgunmatur er íroknaður í gjaldinum, so fái tit endiliga morgunmat á hotellinum.


Flúgvitíðin broytt 14.mars
Góðu tit, Atlantic Airways broytt fráferðina úr Føroyum 14. mars. Fráferðin úr Føroyum, verður seinkað 2 tímar og 20 minuttir....


Upphiting - Føroyar og Niðurlond
Upphiting áðrenn landsdystin millum Føroyar og Niðurlond 12. mars kl. 16-18 skipa stuðlarnir hjá føroyskum hondbólti fyri upphiting í OY....


Buss í Amsterdam
Bussur í Amsterdam Vit skipa fyri, at bussur koyrir frá flogvøllinum í Rotterdam til hotellið og heim aftur frá hotellinum til flogvøllin...


Vit lata 20.000 kr. til Í menniskjum góður tokki
Stuðlarnir hjá føroyskum hondbólti, Atlantic Airways, Effo, Føroya Banki, Smyril Line, Wenzel, gjørdu nakrar EM blusur í sambandi við EM...
Stuðla Í menniskjum góður tokki
Keypið EM t-shirtina í dag og stuðlið Í menniskjum góður tokki ❤️ Latið okkum í felag savna pengar til jólahjálp til fíggjarliga sperdar...


Upphiting byrjar kl. 15.00 í morgin
Í morgin, týsdagin 3. desember, er upphiting frá kl. 15.00-17.15. Dysturin millum Føroyar og Danmark byrjar kl. 18.00. Vit eru aftur í...


Leikararnir koma til afterparty kl. 20.00
Aftaná ein fantastiskan dyst ímóti Kroatia koma leikararnir ein túr til afterparty at heilsa uppá kl. 20.00! Komið øll í Altes Kraftwerk...


Upphiting og afterparty sunnudagin
í morgin, sunnudagin 1. desember, er upphiting frá kl. 13.00. Tað er sama adressa, Lehenmattstrasse 353, men bygningurin eitur nú Altes...


Vit síggjast til afterparty!
Tað endaði við at blíva ein tættur dystur! Góði stemningurin heldur fram í House of Fans til afterparty - sama stað, sum upphitingin var....


Fjepparaætlan undir dystinum
Her er fjepparaætlan til dystin í dag, so vit øll í felag kunnu skapa ein fantastiskan stemning. Skrá Tá ið spælararnir verða róptir inn,...


Upphiting og afterparty í House of Fans
Vit hava upphiting og afterparty í sambandi við dystin í dag. Til upphitingina skiftast ein føroyskur DJ og ein sveisiskur DJ um at spæla...


Keyp EM t-shirt til upphiting
Um tú ikki hevur keypt tær eina EM t-shirt enn, so stúr ei. Vit selja t-shirtir til upphitingina í dag kl. 15.00 í House of Fans. Hon er...


Upphiting áðrenn Sveis - Føroyar
Vit síggjast til upphiting kl. 15.00 í morgin, áðrenn dystin millum Føroyar og Sveis kl. 18.00 Upphitingin er í House of Fans, og tað...


Tað ber enn til at keypa EM t-shirt í Vágum
Tað eru enn nakrar EM t-shirtir eftir á flogvøllinum í Vágum, so í dag ber enn til at keypa sær eina. Tær kosta 200 kr., og peningurin...


Keyp t-shirt og stuðla Í menniskjum góður tokki
Nú kvinnurnar skulu til EM, hava vit gjørt eina heilt serliga t-shirt til høvið. T-shirtin kostar 200 kr., og peningurin fer til Í...


EM-endaspælið í Basel nærkast
Nú styttist til kvinnulandsliðið skal spæla EM-endaspæl í Basel í Sveis. Føroya Banki, Wenzel, Atlantic, Effo og Smyril Line vera við í...


Fjepparaætlan undir dystinum
Vit fara sjálvsagt at endurskapa successina og fantastiska stemningin frá Berlin, so vit kunnu gera okkara fyri, at vit vinna á...


Kunning ísv. upphiting og afterparty
Upphiting í OY frá kl. 16.00 - ókeypis atgongd í landsliðsblusu Eyðun & Terji - kl. 16.30 RSP - kl. 17.30 Andlitsmáling - kl. 16-18 So...


Trygd letur ókeypis hoyrivernd til børn ísv. dystin
Trygd hevur bás í forhøllini í høllini á Hálsi ísv. dystin, har børn undir skúlaaldur kunnu fáa ókeypis hoyrivernd frá Trygd. Eisini ber...


Tilboð á hoyrivernd ísv. dystin
Hoyrnin skal halda alt lívið, og tí er týdningarmikið at verja hoyrnina - eisini til spennandi dystir, har ljóðið ofta er harðari, enn...


OY vísir dystin á stórskíggja
Ert tú ein av teimum, ið ikki náddi at fáa atgongumerki til dystin, so hevur tú møguleika at síggja dystin á stórskíggja í OY....


Upphiting áðrenn dystin 8. mai
Føroya Banki, Wenzel, Effo og Atlantic Airways skipa fyri upphiting í OY áðrenn dystin móti Norðurmakedonia 8. mai. Telt verður sett upp...


Fjepparaætlan undir dystinum móti Póllandi 🇫🇴
Vit fara sjálvsagt at endurskapa successina og fantastiska stemningin frá seinast. Skrá Tá ið spælararnir verða róptir inn, og ljósið...


Keyp tína Berlin-blusu á hotellinum kl. 12-13.30 🇫🇴
Í dag millum kl. 12-13.30 kanst tú keypa Berlin-blusuna, sum er til frama fyri Eydnudeildina, í lobbyini í Park Inn 🇫🇴 Eisini ber til...


Upphiting áðrenn dystin móti Póllandi 🇫🇴
Tað er sjálvsagt eisini upphiting áðrenn dystin móti Póllandi. Hesa ferð er upphitingin í nýggjum høli, ið eitur Haubentaucher....


Keyp landsliðsblusuna til upphitingartiltakið
Hevur tú enn ikki ognað tær eina landsliðsblusu, so hevur tú møguleika at keypa tær eina til upphitingartiltakið í dag. Sport24 selur...
bottom of page









