top of page

Upphiting

(Ókeypis atgongd - pláss er fyri 1500 fólkum)

Stuðlað upphitingina hava:

image.png
AtlanticAirways.png
WENZEL-FO_logo_PAN281.png
Sponsor-logos.png
CARLS-OSLO.jpg

CARLS

Fríggjadag & týsdag
GATEWAY-STUDIOS-OSLO.jpeg

GATEWAY STUDIOS

Sunnudag

Góðu fjepparar

 

Í sambandi við dystirnar í Oslo, verður skipað fyri upphiting, har vit savnast til eitt hugnaligt tiltak áðrenn dystirnar. Tað eru stuðlarnir Atlantic Airways, Wenzel, Effo og Føroya Banki sum skipa fyri.

Tiltøkini eru góð høvi at hitta aðrar føroyingar í Oslo, og samstundis er tiltakið upphiting til dystirnar, har vit saman fara at heppa á Føroyar.​​ Tónleikur: DJ Petur Háberg - RSP - SWANGAH

Upphitingin er ókeypis, og øll eru vælkomin.

​​Fríggjadagin 16. januar:
  • Upphiting á CARLS frá 14.30 - 18:30 
    Dysturin móti Sveis byrjar kl. 20.30.

Tað vera nógvir føroyingar til dystirnar, og tí verður mælt til, at møtt verður í Unity Arena minst ein tíma, áðrenn dystirnir byrja.

Tað tekur uml. 7-10 min. at koma við hýruvogni frá sentrum til CARLS, har alt húsið er sett av til føroysku fjeppararnar.

Niðara hædd

Familjusona - til familjur við børnum upp til 18 ár.

Ovara hædd

Vín- og drinksbarrin er í erva, og har er 20 ára aldursmark (sambært norsku reglugerðini).

Matur & drekka

Til ber at velja ímillum 3 sløg av pitsa (Red Diavoloa, Parma og Amatriciana) - prísur 200 NOK (uml. 125-130 kr.). Útvaldar drekkivørur (húsins vín, Frydenlund øl og glutenfrí øl) verða seldur við 15% avsláttri til upphitingina.

Staðseting CARLS

Trondheimsveien 113, 0571 Oslo

1.png
​​Sunnudagin 18. januar:
  • Upphiting á Gateway Studios frá 14.30. Dysturin móti Montenegro byrjar kl. 18.00.

Tað tekur uml. 17-20 min. at koma við hýruvogni frá sentrum til Gateways Studios, har føroysku fjeppararnir fara at savnast í Gateway Studios.​ Tað tekur 5 min. at ganga frá Gateway Studios til United Arena Oslo.

Drekkivørur o.a.

Fyri at keypa øl og vín, má ein verða fyltur 18 ár. Fyri at keypa drykkir við spiritusi, má ein verða fyltur 20 ár. Havi samleikaprógv við.

Prísir:

  • Øl = 100 NOK (uml. 60-65 kr.)

  • Drykkir = 110 NOK (uml. 70-75 kr.)

Staðseting Gateway Studios

Forneburingen 53, 1360 Fornebu

OsloFO-2026_PRE&AFTERPARTY POST (1080 x 1080 px).png
Týsdagin 20. januar:
  • Upphiting á CARLS frá 14.30 - 18:30
    Dysturin móti Slovenia byrjar kl. 20.30.

Tað vera nógvir føroyingar til dystirnar, og tí verður mælt til, at møtt verður í Unity Arena minst ein tíma, áðrenn dystirnir byrja.

Tað tekur uml. 7-10 min. at koma við hýruvogni frá sentrum til CARLS, har alt húsið er sett av til føroysku fjeppararnar.

Niðara hædd

Familjusona - til familjur við børnum upp til 18 ár.

Ovara hædd

Vín- og drinksbarrin er í erva, og har er 20 ára aldursmark (sambært norsku reglugerðini).

Matur & drekka

Til ber at velja ímillum 3 sløg av pitsa (Red Diavoloa, Parma og Amatriciana) - prísur 200 NOK (uml. 125-130 kr.). Útvaldar drekkivørur (húsins vín, Frydenlund øl og glutenfrí øl) verða seldur við 15% avsláttri til upphitingina.

Staðseting CARLS

Trondheimsveien 113, 0571 Oslo

3.png
EHF2026_1240x480_4.png

OSLO.FO

image.png
AtlanticAirways.png
WENZEL-FO_logo_PAN281.png
Sponsor-logos.png
bottom of page