top of page

Nú nærkast, til vit fara til Oslo

  • Writer: Bárður Mikkelsen
    Bárður Mikkelsen
  • 6 days ago
  • 1 min read

Nú nærkast av álvara, til leiðin gongur til Oslo, og vit fara at rópa á føroyska landsliðið.

 

Stuðlarnir Effo, Atlantic Airways, Wenzel og Føroya Banki skipa fyri ókeypis upphiting og afterparty fyri føroysku fjepparunum, har góður stemningur og felagsskapur eru í hásæti. Á hesari heimasíðuni www.oslo.fo ber til at fáa ymiska kunning um tiltøkini.


Vinaliga legg til merkis, at tað er pláss fyri í mesta lagi 1.500 fólkum til upphitingarnar og afterparty.

 

Tað vera nógvir føroyingar til dystirnar, og tí verður mælt til, at møtt verður í Unity Arena minst ein tíma, áðrenn dystirnir byrja.

 

Reglugerðin fyri alkoholnýtslu í Noregi er strangari enn tann, vit hava í Føroyum. Vit mæla tykkum til at seta tykkum væl inn í reglurnar.

 

Á heimasíðuni Oslo, Norway - Official travel guide ber til at lesa meira um almennan flutning, undirhald og annað áhugavert, sum Oslo hevur at bjóða.

 

Vit gleða okkum sera nógv at síggja tykkum til upphitingina og afterparty – saman gera vit hetta til eina ógloymandi uppliving.

 


Heilsan

Føroya Banki, Wenzel, Atlantic Airways og Effo

 
 

OSLO.FO

image.png
AtlanticAirways.png
WENZEL-FO_logo_PAN281.png
Sponsor-logos.png
bottom of page