HM-endaspælið í Trier nærkast
- Bárður Mikkelsen

- Nov 10
- 1 min read

Nú styttist til kvinnulandsliðið skal spæla HM-endaspæl í Trier í Týsklandi. Føroya Banki, Wenzel, Atlantic og Effo vera við í Trier og skipa fyri upphiting áðrenn allar dystirnar.
Hendan heimasíðan, trier.fo, verður brúkt til kunning í sambandi við HM-endaspælið í Trier - eitt nú upphiting, dystir, fjepparaætlanir o.a.
Upphiting verður áðrenn allar dystirnar, har vit bjóða andlitsmáling, klapparar og góðan hýr, so vit eru til reiðar at koyra á Føroyar saman. Upphitingin verður í høllini.
Mikudagin 26. nov. lata dyrnar til upphitingina upp kl. 18.00. Dysturin móti Montenegro byrjar kl. 20.30 lokala tíð.
Fríggjadagin 28. nov. byrjar upphitingin kl. 18.00. Dysturin móti Spania byrjar kl. 20.30 lokala tíð.
Sunnudagin 30. nov. byrjar upphitingin kl. 13.30. Dysturin móti Paraguay er kl. 15.30 lokala tíð.




