Vegleiðing frá Lysaker til Unity Arena
- Bárður Mikkelsen

- Jan 15
- 1 min read

Tá tit skulu til dystirnar, hevur EHF hongt skeltir upp í Lysaker støðini, sum vísa vegin til Unity Arena.
Skeltir hanga á veggjum, stólpum og ljósastólpum. Tey eiga at vera lætt at síggja.
Frágreiðing:
Tá tú kemur á tokstøðina, far upp trappurnar í gula glasbygninginum, sum liggur beint yvirum fyrsta vegin, tú sært. Pílurin vísir “Lysaker Torg”, og okkara skelti vísir “Unity Arena”. Haðani skalt tú fylgja øllum pílunum, sum vísa móti UNITY ARENA og/ella Fornebu.













